Margarinfabrikkin í Havn bjóðar nú børnunum og teimum ungu at gera yoga. Tað er suntat røra seg, og tað gevur vælveru og orku. Í gerandisdegnum hava børnini og tey ungu nógvar avbjóðingar bæði heima, í skúlanum og í frítiðini, og tí ræður um at hava stuttligar yoga venjingar.
Ferðin verður eisini sett niður við at lurta eftir friðaligum tónleiki og slappa av í kroppinum, og haraftrat fara tey at mýkja vøddarnar.
Mánadag er joga fyri børnini og týsdag fyri tey ungu.
Týsdagar er dramaundirvísing á skránni.
Í byrðjanini verða smá dramaspøl, men tá børnini eru meira trygg við hvønn annan, verður farið undir at framføra smáar leikir. Eisini verður arbeitt við at skriva smáar søgur til pall, og miðað verður eftir at hava eina framførslu við nýskrivaðum føroyskum leikverkum, skrivað og framført av margarinbørnunum.
Hvønn hósdag er frálæru í tónleiki. Undirvíst verður í: gittar, bass, klaver, trummum og sangi.
At byrja við verður tað einstaklingafrálæra, men við tíðini er ætlanin at gera samanspælsbólkar, ið fara at framføra, har høvi býðst.
Hvønn mikudag gera tvey børn lekran døgurða saman við Ingvør, og tey læra um ráðvørur og kost.Tey eru eisini við til handils og borðreiða døgurðan.