Konsertirnar á G! í ár eru ikki vanligar konsertir nógvar teirra eru eisini útgávukonsertir. Í gjár vóru tríggjar útgávukonsertir. Dánjal, sum spældi á Sandinum í gjár, hevur júst latið fløguna The Bubble úr hondum, meðan Knút og Fróði and the Pink Slips góvu útgávukonsertir á Spæliplássinum í gjár. Knút er aktuellur við fløguni On High, og nýggja fløgan hjá Fróða and the Pink Slips eitur The Mouse.
Av øðrum fløguaktuellum nøvnum á G! í ár kunnu nevnast Eivør, Høgni og Marius.
Í kvøld spæla millum annað MonkeyRat, sum júst hava útgivið fløguna Sunshine, og Sakaris, sum eisini borðreiðir við spildurnýggjum tilfari.
- Við øllum hesa nýggja tilfari á skránni, kann staðfestast, at miðjanin eftir at kveikja nýtt tilfar innan føroyskan tónleik, hevur eydnast ársins G! festivali heilt væl, siga fyrireikararnir av G! Festivalinum.










