Nógv nýtt føroyskt

hópin av nýggjum føroyskum tónleiki er á listanum, og aftur í ár kunnu nógv vænta, at hørðu pakkarnir undir jólatrænum eru føroyskar fløgur.


Uppundir jól kemur altíð nógvur føroyskur tónleikur út, og hetta setur dám á sølulistanum hjá Føroya størsta fløguhandli 3aranum. Aftur hesa vikuna er tað savnsfløgan Popplist 4, ið liggur ovast á listanum. Popplist 4 hevur ligið á ovastu rók, líka síðan hon kom út. Við landaplágum sum Forever and Beyond hjá Makrel, 1 veittiii hjá Orkestriiinum her vestriii og Muscleman blað hjá 200, eru sølutølini støðugt vaksandi.
 
Sum árini ganga hjá Hjalta Skaalum var á øðrum plássi í síðstu viku, men er hesa vikuna dottin niður á sjeynda pláss, og Poppkorn, sum lá á triðja plássi við Sjeikinum, eru dotnar niður á áttanda pláss. Báðar hesar fløgur komu út og inn á listan í síðstu viku.
 
Tríggjar nýggjar føroyskar fløgur koma inn á listan. Nýggja fløgan hjá Anniku Hoydal Til børnini hjá børnunum er ikki heilt óvæntað á øðrum plássi, meðan sølan av Einki uttan Jesus við Heina Lützen hevur tikið dyk á seg og fløgan liggur á fjórða plássi. Perlurnar hjá Dynamitt eru komnar inn á fimta pláss.
 
Útlendsku fløgurnar, ið eru á listanum, eru nýggja fløgan hjá Madonnu, og tær tríggjar Now savnsfløgurnar Now That's What I Call Music 14, Now Big Hits 2005 og Now Christmas 2005.