Nógv nýtt fólk í Miðvági

Løgmanssteypið: Hjá bæði HB og FS Vágum vóru fleiri ungir spælarar og nýggir útlendingar á liðunum

Bæði FS Vágar og HB eru farin undir at seta nýtt ungt fólk við á besta fótbóltsliðnum, og á báðum liðunum skulu góðir útlendskir spælarar hjálpa til.

At nógv nýtt fólk var á vøllinum, og at talan var um fyrstu royndina á árinum sást væl í Miðvági (ætlanin er annars at heimadystirnir hjá FS Vágum í ár skulu spælast í Sørvági, men har skal nýggjur sandur leggjast á vøllin, áðrenn hann kann brúkast). Nærdystirnir vóru ikki nógvir, og leikferðin var ikki so ógvuliga høg.

Bæði málini komu í 1. hálvleiki. Ein av litavunum hjá FS Vágar, Bakus varð eftir tjúgu minuttir spældur leysur í vinstru og skoraði hjá Bárði Johannesen. Birgir Joensen hevði tveir góðar møguleikar at skora mál fyri heimaliðið, men hann misnýtti. Málið hjá HB skoraði Hans á Lag, tá bara ein lítil løta var eftir av fyrra umfarinum. Eftir aftur og fram sendi hann umvegis stólpan í meskarnar.


Nýggju andlitini

FS Vágar hevði fýra litavar á liðnum. Málverjan kalla teir Remi, og í verjuketuni vóru Heðin Joensen, Silva, Darios, sum er stórur og góður aftasti maður og so ein av ungu vágamonnunum, sum eitur Jack Johansen. Á miðvøllinum var John Johansen mest framrættaður aftanfyri einsamalla álopsmannin, Birgir Joensen. Hinir fýra á miðvøllinum vóru Eyðfinn Davidsen, Tór?Ingar Akselsen, Albert Ari Thomassen og Bakus.

Sjúrður Ellefsen og Rúni Olsen, sum saman við Jack og Tór?Ingar hava verið við til at manna ungu landsliðini, komu inn í 2. hálvleiki. Tá kom Hannus Olsen eisini inn.

Hjá HB, sum spældi 3?5?2, var ? sammett við føstu manningina í fjør ? eitt hálvt nýtt lið. Jóhannes Joensen aftastur, og Hans á Lag og rumenarin Florin vóru miðverjar. Hallur Danielsen var ytstur í høgru, og ein av nýggju monnunum, Janus M. Joensen, var ytstur í vinstru. Á miðvøllinum vóru Rúni Nolsøe, rumenin Gigi og Símun Eliasen, og í álopinum vóru Jón Rói Jacobsen og Bárður Mortansson.

Í 2. hálvleiki komu veteranurin Rói Árting og ungu menninir Pætur Dahl og Jákup Lamhauge á vøllin. Hesin seinasti nevndi hevur ongantíð áður verið í nánd av besta liðnum.



FS Vágar?HB 1?1 (1?1)


1?0: Bakus 12.

1?1: Hans á Lag 45.


Dómari: Jens Petur Brattalíð