Nógv nýggj í Runavík

Í Runavík eru nógv nýggj fólk vald. Arnfinn Langaard er ein av hesum, og hann metir Magnus Rasmussen verða favoritt til borgarstjórasessin

Magnus Rasmussen úr Lamba verður mettir at vera favorittur til borgarstjórasessin í Runavík. Eisini er áhugavert, at sera nógv nýggj fólk eru vald í kommununi. Sjey av teimum ellivu eru úr gomlu Runavíkar kommunu, meðan hini fýra er spreidd kring bygdirnar.

Ein, ið er valdur fyrstu ferð í Runavík er Arnfinn Langaard. Hann var sera fegin í gjár, og nógv fýrverk varð skotið úr túninum hjá honum.

- Eg eri bankamaður, so tað verður helst mest fíggjarpolitikkinum eg fari at arbeiða við. Eg roknaði næstan við at koma inn, tí tá eg var liðugur at reka, sá rættiliga gott út, sigur Arnfinn Langaard.

Arnfinn Langaard gjørdi sum nógv onnur í gjár, og beyð fólki heim til sín, til ein bita og okkurt leskandi.

- Eg havi sagt á arbeiðsplássinum, at eg ikki komi til arbeiðis fyrrapartin í morgin, flenti Arnfinn Langaard í gjárkvøldið.