Nógv nýggj partafeløg stovnað

Eitt av teimum 11 nýggju feløgunum, ið vóru stovnað í farnu viku, er P/F Heimbýli, hvørs endamál er at byggja og selja íbúðir, íbúðarhús og býli í Føroyum.

 

Felagið, sum eitur Heimbýli og hevur adressu hjá Betri-samtakinum, er stovnað av Sp/f SN, P/F Elvi, P/F Betri og Sp/F Árna Jakobsen.

 

Stjóri í felagnum er Niclas Joensen, Mortan Poulsen er nevndarformaður og hinir nevndarlimirnir eru Selmar Nielsen, Jón Sigurdsson, Árni Jakobsen, Ole Johan Guldborg Nielsen og Kári Davidsen.

 

Á framløguni av útbjóðingartilfarinum til nýggju íbúðarbyggingina á Frúutrøð í Havn, nevndi Annika Olsen, at Betri Bankki longu hevði víst áhuga í verkætlanini.

 

Útbjóðingartilfarið leggur upp til, at arbeiðstakarar, verkfrøðingar, arkitektar, ráðgevarar og fíggingarstovnar taka seg saman í feløg og síðani bjóða upp á verkætlanina við Frúutrøð. Eitt slíkt samtak sum Heimbýli er kanska tað, sum kommunan hevur í tonkunum.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni, hini 10 nýggju feløgini og hópin av nevndarbroytingum, eru at lesa her.