Hondbóltssamband Føroya hevur í kvøld kunngjørt hvørjir 16 leikarar eru úttiknir til teir tríggjar HM-undan-undankappingardystirnar í Luksemborg í januar.
Landsliðshópurin verður úttikin í kvøld
Nógvir skaðar hava sett sín dám á hópin, og hópurin sum Sonni Larsen hevur tikið út, telur eisini seks leikarar, sum ikki spældu í undankappingini til EM.
Teir eru Tóraldur Kollsker, Hilmar Leon Jakobsen, Teis Horn Rasmussen, Vilhelm Poulsen, Leivur Mortensen og Pætur Thomsen.
Hópurin sær soleiðis út:
| Málverjar | |
| Nicholas Satchwell | Neistin | 
| Tóraldur Kollsker | FIF (DK) | 
| Vinstru bakkar | |
| Brandur Halgirsson | AJAX KØBENHAVN (DK) | 
| Hilmar Leon Jakobsen | H71 | 
| Teis Horn Rasmussen | HEI (DK) | 
| Miðjur | |
| Jónas Gunnarsson Djurhuus | FIF(DK) | 
| Kjartan Johansen | Viking Stavanger (No) | 
| Høgru bakkar | |
| Peter Krogh | H71 | 
| Vilhelm Poulsen | H71 | 
| Vinstru vengir | |
| Leivur Mortensen | H71 | 
| Rói Berg Hansen | FIF (DK) | 
| Høgru vengir | |
| Nicklas Selvig | KÍF | 
| Pætur Thomsen | H71 | 
| Strikur | |
| Helgi Hildarson Hoydal | Viking Stavanger (NO) | 
| Rókur Akralíð | HEI (DK) | 
| Rògvi Dal Christiansen | Kyndil | 
Skráin fyri undankappingina í Luksemborg er hendan:
10. januar: Føroyar - Litava
11. januar: Føroyar - Slovakia
12. januar: Føroyar - Luksemborg
FM1 sigur beinleiðis frá øllum trimum dystunum











