Føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen hevur tikið út 30 leikarar til venjingar seinast í hesum mánaðinum. Ætlanin við hesum venjingunum er at hyggja at teimum einstøku spælarunum, áðrenn landsliðshópurin, ið skal á venjingarlegu í Spania í februar mánað, verður úttikin.
Fleiri ungir leikarar eru í bruttohópinum. Eitt nú teir báðir ungu HB'arnir Rasmus Nolsøe og Rókur Jespersen, Bergur Midjord úr B36, Erling Fles úr KÍ og Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi.
Vant verður í Tórshavn í døgunum 29. og 30 januar.
Teir 30 leikararnir, ið eru tiknir út, eru hesir: Janus M. Joensen, Vagnur Mortensen, Kára Nielsen, Rasmus Nolsøe, Tór-Ingar Akselsen, Jákup á Borg, Rókur Jespersen, Bárður Johannesen HB, Bergur Midjord, Ingi Højsted, Fróða Benjaminsen B36, Súna Olsen GÍ, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Erling Fles KÍ, Høgni Zachariassen, Hanus Eliasen ÍF, Jonhard Frederiksberg, Pauli Hansen, Arnhold Berg SKÁLA, Jann Ingi Petersen B68, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen EB/Streymur, Tórður Thomsen, Andy Olsen NSÍ, Símun Samuelsen, Mortan í Hørg, Palli Augustinussen VB.