Viðhaldsfólkini hjá Motherwell valdu at minnast liðskiparan Phil O´Donnell á ein sera serstakan og vakran hátt. Teir bjóðaðu viðhaldsfólkum, ikki bara hjá Motherwell, men viðhaldsfólkum hjá bretskum feløgum yvirhøvur at leggja eina áminning, eitt flagg, eina troyggju, ella eitt turriklæði við økið eystanfyri Fir Park, sum er heimavøllurin hjá Motherwell FC. Á myndini sæst ein evarska lítil partur av øllum teimum lutunum, sum vóru lagdir út á økið. Har lógu lutir frá mongum ymiskum fótbóltsfeløgum. Eileen O´Donnell vitjaði økið, og var hon sera rørd! “Tað var hjartaskerandi at síggja eina ólukkuliga unga mammu, sum hevur mist mann sín, á ein so tragiskan hátt. Vit vóna, at vit hava kunnað troystað hana eitt sindur, tá hon sær, at lívið hjá Phil hevur nomið við so mong menniskju. Hann var ein legenda í Motherwell FC, og ein gentlemaður. Øll viðhaldsfólkini biðja fyri hansara familju!” segði ein av fyriskiparunum. Phil O´Donnell varð grivin 4. januar, í skotska býnum Hamilton. Bert tey nærmastu vóru til jarðarferðina.