Stóra byggifyritøkan Articon merkir væl búskaparkreppuna. ? Virksemið er rættiliga nógv, sigur Jón Danielsen, stjóri í Articon við Dimmalætting.
Articon hevur í løtuni tvær stórar verkætlanir um hendi. Ein er byggingin av nýggjum skúla á Argjum, og hitt er at fáa íbúðarbygningarnar undir Gráasteini lidnar. Jón Danielsen sigur við Dimmalætting, at talið av smærri uppgávum møguliga fer at vaksa, tí talið av stórum uppgávum er minkandi.
- Tað eru øðrvísi tíðir nú. Men vit eru brynjaðir til tíðina, hóast tað veranøkur tung ár at koma ígjøgnum, sigur Jón Danielsen.
Articon hevur í dag 85 fólk í starvi, men tá talið var upp á tað mesta, taldi fyritøkan 140 starvsfólk.