Nógv minni til av havhesti

Bara ein helvt av havhestaungum er komin undan í mun til seinasta summar, staðfesta teljingar hjá Fiskirannsóknarstovuni

Teljingarnar eru gjørdar í Høvdanum í skúgvi, og eisini vísa hesar, at munandi færri reiður eru í ár, enn í fjør.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at mest sannlík er tað føðitrot, sum ber við sær, at havhesturin er í somikið stórari minking.

Um støðan er tann sama um alt landið, sum í Høvdanum í Skúgvi, so verða havhestaungarnir ikki so tættir á sjónum, sum seinasta summar. Er orsøkin føðitrot, so kann eisini roknast við, at ungarnir verða lættari í ár.

Tá ið fuglur skal veiðast, so er betur fyri stovnin at taka fullvaksnar ungar enn at taka gamlan fugl. Hetta tí at lutfalsliga meira doyr burtur av teir fyrstu mánaðirnar eftir at ungarnir eru floygdir og skulu klára seg sjálvar. At taka havhestaungar á sjónum er tí ein fyrimyndarligur veiðiháttur í so máta.