Nógv minni lodna enn mett

Mátingar, sum íslendski havrannsóknarstovnurin júst hevur gjørt, staðfestu 320.000 tons av kynsbúnari lodnu, og tað er nógv minni, enn fiskifrøðingarnir komu til í einari tilsvarandi kanning fyri trimum mánaðum síðani.

Havrannsóknarstovnurin sigur, at út frá kanningunum seinasta heyst bleiv gýtingarstovnurin vetrarvertíðina 2013 mettur til 720.000 tons, og út frá hesum varð mælt til at loyva skipum at veiða 300.000 tons av lodnu vertíðina 2012-2013.

Fiskifrøðingarnir siga, at eitt er, at tað er nógv minni av kynsbúnari lodnu enn fyrr mett, men harafturat vísa kanningarnar í hesum mánaðinum, at lodnan hevur eitt annað ferðamynstur, enn hon plagdi at hava. Havrannsóknarstovnurin hevur tí gjørt av at gera fleiri kanningar.

Íslendsk skip hava fiskað nakað av lodnu í seinastuni, og tey fyrsyu norsku skipini komu í íslendskan sjógv at royna fyri nøkrum døgum síðani. Norðmenn hava loyvi at fiska góð 30.000 tons av lodnu í íslendskum øki í ár.