Landskassin hevur fingið nógv minni inn í vanligum skatti higartil í ár, enn hann fekk í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá TAKS yvir inntøkuna av vanligum skatti fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár aftur ímóti í fjør.
Men broytingin í skattaskipanini, har inngjaldið til pensjónir verður skattað, bøtir munandi um støðuna.
Men hóast skatturin av pensjónum verður taldur við, er inntøkan av skatti higartil í ár væl minni enn í sama tíðarskeiði í fjør,
Í tíðini frá 1. januar í ár til 30. apríl var inntøkan av landsskattinum 405,1 millión krónur.
Tað eru 85,8 milliónir minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Tá var inntøkan av landssskatti 490,9 milliónir í januar til apríl.
Men í ár hevur landskassin eisini fingið 62,7 milliónir inn í pensjónsskatti.
Sostatt hevur landskassin tilsamans fingið 23,1 millión minni inn í skatti fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár afturímóti í fjør.