Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár er væl minni avreitt av toski, sum er veiddur í føroyskum øki, í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Tað sigur Hagstovan í dag.
Nøgdin er fallin úr 17.000 tonsum niður í 8.500 tons - ein minking á 50 prosent.
Avreiðingin av hýsu er minkað ein fimtapart, meðan um 18 prosent meira upsi er avreiddur í ár.
Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum er tilsamans nakað tann sama sum í fjør. Av svartkjafti er minkingin áleið 9 prosent. Nøgdin av sild er áleið tann sama sum í fjør.
Væl meira av makreli er avreiddur higartil í ár í mun til í fjør, um 17.000 tons, sum er ein vøkstur á ein triðing, sigur Hagstovan.
Skipini hava higartil í ár fingið áleið tað sama fyri uppsjóvarfiskin í mun til sama tíðarskeið í fjør, og avreiðingarvirðið er økt góð 2 prosent.