Nøgdirnar av rúsevnum, løgregla og tollvald leggja hald á vísa, at nógv størstu nøgdirnar sum hald verður lagt á, er hassj.
Upplýsingar frá myndugleikunum vátta eisini, at akkurát sum aðrastaðni, er hassj eisini nógv tað vanligasta rúsevni í Føroyum.
Nøgdirnar, sum hald varð lagt á í fjør, eru:
Hassj: 6.351,44 gramm
MDMA: 123,8 gramm
Amfetamin: 74,30 gramm
Kokain: 1 gramm
Skunk: 31 gramm
Hassjplantur: 213 plantur
Ritalin : 65 tablettur
Hinvegin hava løgregla og tollvald ikki lagt hald á ecstasy í fjør, men í 2011 varð hald lagt á fimm tablettir.
Heroin er ógvuliga óvanligt í Føroyum og bara tríggjar ferðir síðani 1988 er hald lagt á smáar nøgdir, tað var í 1997, tá hald varð lagt á eitt gramm, í 2002 varð hald lagt á 0,39 gramm og í 2004 varð hald lagt á 0,30 gramm.
Løgreglan viðmerkir eisini at styrkin á tí MDMA, sum hald varð lagt á, var 71% og tað svarar til 1468 ecstasytablettir og tað er rættiliga nógv.
Hetta MDMA varð mett at vera so vandamikið, tí tað var so sterkt, at løgreglan tók tað óvanliga stig at ávara alment um vandan.
So nógv kosta rúsevni í Føroyum
Í Føroyum eru rúsevni rættiliga dýr aftur ímóti í øðrum londum. Nevnast kann sum dømi, at í Føroyum er prísurin á rúsevnum upp til 10 ferðir hægri enn í Danmark.
Hash: 250 krónur grammið, viðhvørt 300 krónur grammið
Skunk: 250 krónur gramið, viðhvørt 300 krónur grammið
Amfetamin: 600-800 krónur grammið
Kokain: 1200-1.600 krónur grammið
Ritalin: 100-300 krónur tablettin
Ecstasy: 3-400 krónur tablettin
MDMA: 1000 krónur grammið, tá ið tað er tynt.
Annars sigur løgreglan, at seinstu tíðina hava tey ikki sæð ikki líka nógv til ecstasy, sum tey gjørdu fyri nøkrum árum síðani.
Innflyta lógligt hassjfræ til Føroya
Tað er lógligt at flyta inn hassjfræ til Føroya og uttanlands eru tað seljarar, sum selja pakkaloysnir við fræi, tøðum og øllum øðrum, sum brúk er fyri.
Tað staðfestir Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.
- Á posthúsinum koma vit javnan fram á slíkar pakkar og tað er rættiliga ørkymlandi at noyðast at lata tað fara, tá ið vit vita, at einasta endamálið er at
Dyrka plantuna og vinna hassj burturúr, sigur yvirtollarin.
Hann sigur, at hetta er orsøkin til, at løgreglan oftari og oftari kemur fram á rættiligar hassjplantasjur ymsastaðni í landinum.
Løgreglan er komin fram á rættilig vakstrarhús, sum hava verið væl fjald aftan fyri bókreolir o.s.fr vísir ein frágreiðing frá rúsevnafundi í Fólkaheilsuráðnum.
- Vit duga ikki at síggja, at nøkur meining er í, at tað skal vera loyvt at innflyta hassfræ, sum tað kortini ikki er loyvt at brúka til nakað, sigur Kjartan Dam Joensen.
Men hann sigur, at nú verður arbeitt við at broyta lógina, so at tað eisini verður ólógligt at flyta inn hassfræ til Føroya og tað fegnast Kjartan Dam Joensen um.
Gongst sum ætlað, verður ikki leingi, til lógin verður broytt.
LES EISINI GREININA: Vit síggja javnan 14 ára gomul børn taka rúsevni
LES EISINI GREININA: Hells Angels selja rúsevni í Føroyum










