Fyrstu fýra mánaðirnar vóru 26.372 tons av fiski avreidd umvegis avreiðingarskipanina. Hetta vóru góð 11 prosent meira enn somu tíð í fjør.
Avreiðingarnar av botnfiski – og serliga toski – eru vaksnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Í ár vóru 18.543 tons av botnfiski avreidd, og tað vóru sløk 11 prosent meira enn í fjør.
6.383 tons av toski vóru avreidd fyrstu fýra mánaðirnar, og tað vóru góð 21 prosent meira enn somu tíð í fjør.
Avreiðingarnar av flatfiski minkaðu við góðum 10 prosentum fyrstu fýra mánaðirnar samanborið við somu tíð í fjør.