Nógv meira enn ein íleggjari

Fyrrverndi eigarin av Fremad Amager, Hanne Nørrisgaard, eigur framvegis 37% av partapeninginum. Men hóast hon soleiðis ikki longur ræður fyri borgum, so var hon serstakliga fegin um møguleikan, sum felagið nú hevur fingið. Eitt er, at felagið fær tilført kapital. Tað var neyðugt, og tað eri eg fegin um. Men við Toda Jónsson hevur felagið eisini fingið nógv meira enn so. Fyrst og fremst ein persón, sum hevur eitt stórt navn, og sum hartil eisini hevur eina miðvísa ætlan við sínari luttøku í felagnum. Tí ivist eg ikki í, at hetta er ein sera stór løta fyri Fremad Amager.