Nógv mótmælisfólk tikin í New York

Meiri enn 700 fólk vórðu tikin í New York í gjár í sambandi við eitt mótmælistiltak í Wall Street, har fólk mótmæltu fíggjarkreppuni, og at tað vanliga fólkið skal rinda fyri mistøkini hjá bankunum.

Fyrireikararnir siga, at umleið 20.000 fólk tóku lut í mótmælunum. Nógv teirra fóru út á Brooklyn-brúnna og steðgaðu ferðsluni, og tað fekk løgregluna at leggja uppí. Meiei enn 700 vórðu tikin, men tey flestu vórðu latin leys seinni.

Fólk í New York byrjaðu at mótmæla fíggjarkreppuni fyri fjúrtan døgum síðani, og fleiri mótmælisfólk hava seinni reist tjøld nærhendis Wall Street. Tey, sum skipa fyri, siga, at tey verja 99 prosent av tjóðini ímóti tí eina prosentinum, sum eru teir ríkastu amerikanararnir.