Nógv mál á Sandi

Tað endaði 3-3, tá ið næstbesta liðið hjá HB seinnapartin vitjaði á Sandi. Heimaliðið var rættuliga á sigurskós. Fimm minuttir undan steðginum skoraði Allan Tungá til 1-0, og fimm minuttir eftir steðgin økti Clayton Soares til 2-0. Lítla løtu seinni skoraði HB tvey mál ? Jóhan Borðoy og Svend F. Jacobsen vóru málskjúttar. Clayton Soares legði B71 framum aftur, men í síðstu løtu javnaði HB. Málskjútti var Jóhan Borðoy.

 

B71-HB 3-3 (1-0)

1-0: Allan Tungá

2-0: Clayton Soares

2-1: Jóhan Borðoy 56.

2-2: Svend F. Jacobsen

3-2: Clayton Soares

3-3: Jóhan Borðoy