Nógv mál í Runavík

1. DEILD: B71 svaraði tríggjar ferðir aftur, men misti so á stokkinum

Tað var øgiliga javnt og spennandi, tá ið B71 í kvøld var gestur hjá NSÍ við Løkina.

NSÍ vann 4-3 eftir 2-2 í fyrra hálvleiki.

Tríggjar ferðir megnaðu sandoyingar at svara aftur, eftir at heimaliðið legði seg framum.

Fýra minuttir undan leikloki skoraði Hans Marius Davidsen til 4-3, og tað varð úrslitið, men tað var tætt við, at B71 enn einaferð javnaði, tí í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var um reppið, at Símin Hansen javnaði til 4-4.

Báðir partar høvdu havt góðar málmøguleikar, áðrenn Atli D. Petersen í 18. minutti legði NSÍ á odda 1-0.

Clayton Soares javnaði til 1-1 í 26. minutti, og bara tríggjar minuttir seinni legði Jann Martin Mortensen heimaliðið framum 2-1. Henda støða helt sær inntil í síðsta minutti undan steðginum. Tá javnaði Brian Okpala til 2-2.

Sjey minuttir eftir steðgin var tað Pætur Turiðarson Skipanes, sum legði NSÍ á odda 3-2. Clayton Soares var aftur upp á spæl seks minuttir seinni, og 3-3 var støðan, inntil tað restaðu fýra minuttir og NSÍ skoraði sigursmálið til 4-3.

NSÍ er næstfremst við 17 stigum, og B71 hevur nú 11 stig – sama stigatal sum B68 og KÍ.

Í níggjunda umfari eigur NSÍ heimavøll ímóti 07 Vestur, og tá fær B71 vitjan av KÍ.