Nógv mál í Leirvík

Fótbóltur, 2. deild: LÍF hevur lagt seg á odda í næstbestu deildini eftir fyrsta umfar

Hóast teir komu á odda tá bara fýra minuttir vóru farnir, so tóktist tað í 1. hálvleiki at vera stórur fjáltur á leirvíkingum, tá teir sloppu at royna seg í landskappingini. Alt tað fyrra umfarið sást lítið til, at leirvíkingar plaga at vera góðir at halda bóltin á jørðini, og tað var alt ov nógv av høgum bóltum.

Kortini var ongantíð ivi um, hvønn veg stigini skuldu fara, sjálvt um Skála javnaði til 1-1, tá eitt korter var farið. Eftir fýra minuttir skoraði Jonhard Høgnesen til 1-0. Tórhallur Justinussen legði innfyri úr høgru, og bólturin kom út frá aftur málinum. Agnar Højgaard, veteranurin á miðvøllinum hjá Skála, javnaði, eftir at teir høvdu tikið skjótt fríspark í vinstru.

Erik Lervig legði heimaliðið framum aftur, tá 33 minuttir vóru farnir. Aftur var talan um fríspark. Royndin úr 16 metrum í vinstru var beinleiðis móti málinum, og bólturin tók í ein verjuspælara á vegnum.

Í 2. hálvleiki hekk tað betri saman hjá LÍF. Árni Jacobsen, sum hevur verið burturstaddur síðstu árini, men nú er fluttur heim aftur, varð skiftur inn, og tað var Kristian í Vági Eliasen, sum hevur verið skaddur, eisini, og teir báðir settu góðan dám á. 65 minuttir vóru farnir, tá Kristian á Reynatrøð við høvdinum snittaði langt innkast frá Kristiani Eliasen í málið, og eftir 81 minuttir økti Erik Lervig. Uppspælið var heilt frá LÍF málinum, og Mirek og Erik Lervig vóru báðir leysir. Pólverjin var lítið sjálvsøkin og trillaði uppá tvørs.

Bara tríggjar minuttir seinni stútaði Kristian Eliasen innlegg úr høgru, og so var 5-1, og eftir 89 minuttir var toppskjúttin í 3. deild í fjør, Bogi Gregersen, síðstur á eftir innlegg úr vinstru, og so var 5-2.

Í 2. hálvleiki sást væl, at skálamenn ikki hava vant so leingi, men teir stríddust nógv so leingi sum teir orkaðu, og við tí hugburðinum og teimum evnunum, sum teir hava, er einki at ivast í, at teir fara at fáa stig. Næsti møguleikin verður, tá FS Vágar leygardagin kemur at vitja á Skála.