Um mál eru tað sama sum gott undirhald, so var undirhaldið í hesum umfarinum í landskappingini gott.
25 mál vórðu skorað í teimum fimm dystunum ella nett 5,0 mál í miðal fyri hvønn dystin.
Tað er bara komið fyri eina ferð fyrr í ár, at so mong mál hava verið skorað í einum umfari. Tað var í fyrsta umfari, tá ið samlaða máltalið var 27.
Bæði millum tvey tey ovastu og millum tvey tey niðastu er munurin tann sami, sum hann var undan hesum umfarinum.
Í toppinum er NSÍ fýra stig frammanfyri HB, og í botninum hava FC Suðuroy og AB 10 stig í part.
Tá ið tað gongur javnt á, so kann tað í síðsta enda verða avgerandi, hvussu tað sær út við málunum.
Í toppinum er málmunurin hjá NSÍ +17, meðan hann hjá HB er +11. Í botninum er málmunurin hjá FC Suðuroy -17, og hjá AB er hann -12.
Hesa ferð var talan um fýra heimasigrar og ein útisigur. Í næstsíðsta umfari var talan um ein heimasigur og fýra útisigrar.
HB-ÍF 2-0 (0-0)
EB/Streymur-B71 8-0 (4-0)
Víkingur-FC Suðuroy 4-1 (3-0)
NSÍ-B36 4-3 (1-2)
AB-B68 1-2 (1-2)
Støðan
NSÍ 35
HB 31
EB/Streymur 28
ÍF 28
Víkingur 24
B36 21
B68 18
B71 16
AB 10
FC Suðuroy 10
ÍF og AB hava spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.
15. august
B36-HB
B71-NSÍ
FC Suðuroy-AB
ÍF-Víkingur
B68-EB/Streymur









