Nógv mál í Gundadali

Tað vórðu skorað nógv mál, tá ið næstbesta HB liðið tíðliga seinnapartin hevði vitjan av VB/Sumba, sum undan hesum umfarinum var topplið í 1. deild við fullum stigatali.

Úrslitið var 3-3, eftir at HB hevði verið á odda bæði 2-0 og 3-1.

Rubeksen brøðurnir Hendrik og Tummas Hans vóru væl upplagdir í HB álopinum. Longu í 4. minutti setti Hendrik Rubeksen hol á við stútara við nærra stólpa. Uppspælið var í høgru, og Tummas Hans Rubeksen átti innleggið.

Í 12. minutti økti Tummas Hans Rubeksen, tá ið hann gjørdist leysur í brotsteiginum.

Tíggju minuttir undan steðginum minkaði Kenneth Kjærbo um munin. So kundi tað kanska hugsast, at oddaliðið rættuliga hevði fingið um endan, men tríggjar minuttir eftir hvíldina økti Hendrik Rubeksen um munin til 3-1. Hann sneiddi tveir mótstøðumenn av sær, og eitt vet uttanvert brotsteigin lyftu hann bóltin upp um málverjan og upp í málhornið.

Í 2. hálvleiki var Pól Thorsteinsson á miðvøllinum hjá VB/Sumba, og veteranurin átti sín lut í báðum teimum síðstu málunum. Í 56. minutti stútaði hann við handara stólpa í málið eftir hornasparksinnlegg úr høgru, og lítla løtu seinni vann hann bóltin av HB verjuni og spældi til púra leysa Kára í Lágabø, sum skoraði til 3-3, ið gjørdist endaliga úrslitið.

Hetta var fyrsta ferðin í ár, at VB/Sumba ikki vann fulla úrtøku. Toppliðið hevur, eftir at hava spælt seks dystir, 16 stig, meðan HB hevur ellivu stig fyri sjey dystir.