Nógv lurta eftir Kristinu

Leygarkvøldið á MíttLand er skotið væl og virðiliga í gongd, og beint nú er Kristina Bærendsen á pallinum

Heilt nógv fólk er longu nú komið út á MíttLand á Femøren, og tað er einki at ivast í, at songkvinnan Kristina Bærendsen er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað longu tíðliga í kvøld savnaðust heilt nógv fólk til MíttLand.

 

Kristina Bærendsen hevur nógvar fjepparar bæði í Føroyum og uttan fyri landaoddarnar, og tað avspeglast eisini á stóru fjøldini framman fyri pallinum, har hon framførir í løtuni.