Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri seint í gjárkvøldið av lodnuleiðunum við Ísland. Teir høvdu 550 tons til virkið hjá Varðin Pelagic. Tað skrivar reiðaríið á heimasíðuni.
Hetta er tann fjórða lodnulastin, sum virkið á Tvøroyri hevur fingið teir seinastu dagarnar, og tilsamans hava skipini landað knappliga 3.400 tons á Tvøroyri síðani mitt í síðstu viku.
Lodnuskipini royna nú vestur ímóti Vestmannaoyggjunum. Norðborg, Christian í Grótinum og Fagraberg eru á lodnuleiðunum, og Finnur Fríði er á veg hagar.









