Sunset-kappingin
Fríggjadagin var VB í Vestmanna, har verkfalsútsettur dystur skuldi avgreiðast. Soleiðis sum gongdin hevur verið tey trý seinastu árini, so var illa annað væntandi, enn at VB skuldi strúka avstað við sigrinum, og tað gjørdu tær eisini. Men tað er sjón fyri søgn, at VB-hópurin í ár ikki er eins sterkur, sum hann hevur verið.
VÍF hevði nevnliga leingi eitt heilt gott tak á smala VB-hópinum, sum ikki megnaði at skræða seg leysan av gestunum, men í løtunum kring steðgin kom tó glið á. Sum ikki einaferð, so var tað Daiva Toumaite, sum stóð fyri tí mesta, tá hon ferð eftir ferð støkk upp og langaði bóltin í meskarnar aftan fyri VÍF-málverjan. Og tá Ioana Rápa varð somikið væl ansað, at hon ikki fekk svarað aftur, gjørdist munurin millum liðini av álvara sjónligur á talvuni.
Tá hesin var upp tað mesta, vóru sjey mál á muni, men móti dystarenda minkaði aftur. Í vanda kom sigurin tó ongantíð, og við stigunum syrgdi VB fyri, at tær enn hanga í í oddastríðnum, har tær enn hava fleiri dystir tilgóðar.
Fakta um dystin
VÍF-VB 20-23 (8-11)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 5(1), Jacklin Durhuus 5, Fríða Marjunardóttir 3(1), Finngerð Jensen 3, Sóley Mikkelsen 2(1), Torgunn Johannesen 1, Linda Johannesen 1
VB: Daiva Toumaite 14(5), Rannvá Augustinussen 3, Svava Vestergaard 3, Sára Samuelsen 2(1), Margreth Augustinussen 1
Brotskøst: VÍF 4, VB: 8
Útvísingar: VÍF 2, VB 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen