Alt summarið, meðan skúlarnir eru í summarfrí, eru hópin av legum ymsa staðni í landinum. Størstu leguhúsini munnu vera Leguhúsið í Nesvík og Zarepta á Vatnsoyrum.
Í dag byrjaði ein familjulega í Nesvík, har eini 120 gestir møttu upp úr at kalla øllum landinum. Í gjár, sunnudag byrjaði ein 12 ára-leða við um 130 børnum á Zarepta.
Tá ið skúlarnir byrja aftur, eru aðrar legur fyri eldri, enn tey í skúlaaldri og út á veturin eru eisini ymsar legur og skeið eisini á skrá.
Frá Zarepta verður sagt, at telur tú allar legur og skeið saman fyri eitt heilt ár, so munnu eini 4000 fólk vitja Zarepta – gestir, starvsfólk, fólk í køkinum, vaktir ella onnur, ið hava havt ymsar hjálpandi uppgávur í sambandi við legurnar og skeiðini.
Frá Leguhúsinum í Nesvík verður sagt, at um 700 børn eru á legu um summarið og at ambæta teimum munnu vera tilsamans eini 300 hjálparfólk. Síðani eru aðrar leður og skeið, og húsið verður eisini leigað út til ymiskt virksemi.
So telur tú alt saman, har skúlar, barnagarðar, bygdalegur, skeiðir av ymiskum slag, konfirmanta- og aðrar legur saman, so munnu tey vera 4.000 - 5.000 fólk, ið hava vitjað húsið so ella so, tá ið árið er runnið. Hetta greiðir Øssur Kjølbro, aðalskrivari frá.
Á heimasíðuni stendur at lesa, at Leguhúsið verður nógv nýtt til ymiskt tiltøk hjá Heimamissiónini, umframt at tað verður leigað út, til m.a.: bygdalegur, samkomur, skúlar, barnagarðar/frítíðarstovur o.l. veitslur, fyritøkur, ráðstevnur, seturskúlar, venjingarlegur, fundir og annað. Samanlagt eru umleið 10 - 15.000 gistingar í Nesvík hvørt ár.
Tekst og Myndir: Dávur Winther