Í vikuni, sum nú fer at halla, hava nógvar og stórar landingar verið á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará. Í vikuni, sum kemur, verða væntandi eisini fleiri landingar. Hósdagin landaðu partrolararnir Polarhav og Stjørnan umleið 480.000 pund í Saltangará, og í gjár landaðu Bakur og Stelkur umleið 360.000 pund tilsamans.
Fyrst í hesi vikuni landaðu Heykur og Falkur eina av størstu ísfiskalastum, sum nakrantíð er løgd upp á land í Føroyum. Hendan túrin høvdu teir yvir 600.000 pund tilsamans.
Rókur og Lerkur landaðu í vikuni 400.000 pund eftir at hava roynt í eini fýra samdøgur, og Jaspis og Ametyst vóru eisini inni við umleið 300.000 pundum tilsamans.
Mánadagin komandi landar Eydna í Saltangará. Teir partrola saman við Beinissvørði, sum fer til Vágs at landa.
Hetta er triði túrurin hjá skipunum, síðan Eydna skifti motor.
Á Landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey eisini onnur skip til landingar í næstu viku, og helst koma bæði Rókur, Lerkur, Heykur og Falkur inn aftur at landa í vikuni, sum kemur.
Øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.