Nógv lív í Tórsgøtu í dag

Dýra biðidag verður skipað fyri ymsum tiltøkum til børnini í Tórsgøtu, meðan tey vaksnu kunnu nýta høvið at fara á fiskivinuframsýning í Vágsbotni Tiltøkini byrja klokkan 14, tá børnini sleppa at spæla í skreiðibreytum og hoppiborgum á parkeringsplássinum millum gamla posthúsið og Hotel Tórshavn í Tórsgøtu. Hetta skrivar Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi.

Eisini fara skótarnir at selja popcorn og annað.

Fyrrapartin fara limir í Tórshavnar Froskmannafelag í samstarvi við Sjósavnið á Argjum at kava eftir fiski og havdjórum, sum verða sýnd fram í Vágsbotni klokkan frá 14.00

Klokkan 20.00 skipar Margarinfabrikkin fyri útikonsert á pallinum út móti Tórsgøtu. Eisini verður Café í Margarinfabrikkini.