Nú fer tað skjótt at verða munandi lættari hjá fólki at finna sær okkurt at búgva í.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, er nú í ferð við at leggja síðstu hond á trý lógaruppskot, sum skulu leggjast fyri Løgtingið í allarnærmastu framtíð.
Endamálið við teimum trimum lógunum er at gera tað munandi lættari hjá ungum og eldri, støkum og familjum og brekaðum at fáa sær tak yvir høvdið.
Í løgtinginum í gjár upplýsti hann, at hesin bústaðarpakkin, fer at gera tað møguligt at finna heilt aðrar mátar at fíggja sín bústað.
- Hetta fer at gera tað møguligt at gera lutaíbúðarfeløg og serstøk lutaíbúðarfeløg.
Hann segði, at sum støðan er nú, eru tað bara tey við egnum bústaði, ið fáa rentustuðul fyri tey lán, tey hava.
Men hereftir skal rentustuðulin eisini galda fyri lutaíbúðir av ymsum slagi.
Og skiparin verður harafturat soleiðis, at tað verður hvør lutaíbúð, sum fær rentustuðulin og hann verður sostatt ikki latin til sjálvt íbuðarfelagið.
Tað sama verður galdandi fyri mvg lógina, so at hereftir fer mvg stuðulin eisini at galda fyri lutaíbúðir og hann fer somuleiðis at verða latin til hvørja lutaíbúð og ikki til íbúðarfelagið, sum heild.
Skattalætti fyri at leiga út
Men eitt av lógunum, sum ætlanin nú er at seta í gildi, er at geva ein munandi skattalætta til tey, sum leiga út.
Hetta fer at gera tað munandi lættari at leiga út, bæði einstøk kømur, íbúðir og heil hús.
Tað fyrsta, sum verður gjørt er, at øll, sum leiga út, fáa ein skattafrían botnfrádrátt upp á 24000 krónur.
Tað merkir, at ein, sum leigar eitt verilsi út fyri 2000 krónur um mánaðin, skal als ongan skatt gjalda av leiguinntøkuni.
Men harafturat skulu bara 25% rindast í skatti av leiguinntøku, sum er omanfyri 24000 krónur.
- Hetta er ikki nøkur hørð skatting og tað skal tað heldur ikki vera, segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Sum støðan er nú, betalir útleigarin vanligan skatt av leiguinntøkuni. Tað merkir, at leiguinntøkan verður løgd oman á vanligu inntøkuna og sostatt er skatturin av leiguinntøkuni ofta yvir 50%, tí marginalskatturin er so høgur.
Men Jóannes Eidesgaard vil heldur hava, at leigarar og útleigarar halda seg til leigulógina og ein fortreyt fyri at koma undir hesa skipanina, er, at leigusáttmáli verður gjørdur ímillum leigara og útleigara.
Ætlanin er, at allir partar skulu síggja ein fyrimun í at hava skipað viðurskifti á økinum.
Hann sigur, at hann umhugsar eisini at gera Húsalánsgrunnin til ein part av bústaðarpakkanum, serliga í sambandi við serstøk lutaíbúðarfeløg, har feløg, sum vara av brekaðum, byggja íbúðir til fólk, sum hava brek.
- Her kann Húsalánsgrunnurin verða tann, sum útvegar neyðugu fíggingina og vera við til at tryggja, at samanhangurin er í fíggingini í sambandi við serstøk lutaíbúðarfeløg, sum byggja íbúðir til brek, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Les eisini greinina: Orkusparandi lán og stuðul til sethúsaeigarar