Nógv lús eystanfyri

Magnus Heinason er júst liðugur við fyrra partin av yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum. Regluligar magakanningar eru gjørdar síðan 1997 og eitt áhugavert fyribrigdi hendan túrin, var tann stóra nøgdin av lús, sum var at finna í hýsumagum.

 

Orðið ”lús” er í dagligari talu millum fiskimenn eitt felagsheiti fyri nøkur ávís sløg av marflugum og taralús. Hesi dýr eru tey somu, sum eta fisk, sum er deyður á línu. Hesi dýr halda vanliga til á 100-300 metra dýpi og eta millum annað línufisk um náttina, serliga seint á sumri.

 

Hýsa plagar at eta smáar nøgdir av hesum dýrum, men í ár kom fyri, at hesi dýr vóru høvuðsføðin hjá hýsu á ávísum plássum eystanfyri. Eitt øvugt samband plagar at vera millum nøgd av hýsu og nøgd av hesum dýrum í hýsumagum.

 

Orsøkin til ta stóru nøgdina av lús kann vera, at hýsustovnurin hevur verið sera lítil í mong ár.