Nógv ýl men ongin eldur

Brandbilarnir ýldu fyrrapartin í Havn, men ongin eldur var

Millum 10 og 11 fyrrapartin hoyrdust fleiri brandbilar ýla í Havnargøtum.

 

Talan var um, at brandstøðin hevði fingið ein alarm, men onki var á vási. Handverkar arbeiddu á staðnum og tað gjørdi, at alarmurin fór í gongd.

 

Tíbetur var onki á vási og brandbilarnir fóru aftur í garasjuna.