Nógv ólóglig vápn í Danmark

Teir báðar seinastu mánaðirnar hevur løgreglan í Suðurjyllandi funnið 158 ólóglig skotvápn, nógv lóður umframt fleiri honmdgranatir og aðrar granatir. Vápnini eru funnin undir húsarannsóknum.

Løgreglan sigur, at tað var rættiliga ymsikt, hvussu nógv vápn teir ymsu menninir høvdu. Men løgreglan gjørdi eitt rættiligt kvetti, tá hon rannsakaði tvey hús í Haderslev og í Vojens, tí har kom hon fram á ikki færri enn 130 ólóglig skotvápn, teirra millum 79 skammbyrsur og 11 maskinbyrsur.

Higartil eru átta menn varðhaldsfongslaðir í sambandi við húsarannsóknirnar. Tann yngsti er 19 ár og tann elsti 71.