- Uppisjóvarskipini eru nøkulunda konsolideraði, men gjaldførið kundi verið betri, sigur grannskoðarafelagið NOTA í nýggjari greining. Føroyski fiskiskipaflotin er so mikið fjølbroyttur, at hóast seinnu árini hava roynst heldur vánalig hjá eitt nú línuflotanum, partrolaraflotanum og lemmatrolarunum, hevur gingið betri hjá eitt nú uppisjóvarskipunum og flakatrolarunum uppi í Barentshavinum.
Uppisjóvarskipini hava havt nøkur góð ár, men sambært roknskapargreiningini hjá grannskoðarafelagnum NOTA vóru árini 2008 og 2009 ikki eins góð og nøkur av teimum undanfarnu, tá sæð verður burtur frá óvanligum inntøkum, ið ofta eru skipasølur.
- Hesin parturin av flotanum er tó nøkulunda konsolideraður, men gjaldførið kundi verið betri, sigur NOTA.
Grannskoðarafelagið plagar at vísa til tøl hjá Føroya Fiskimannafelag, tá hugt verður eftir árinum, vit eru í - í hesum førinum fyri 2010.
Greiningin hjá NOTA fevnir altíð um undanfarna ár og er soleiðis eitt ár aftur út, um vit kunnu siga soleiðis.
NOTA hevur eftir tølum hjá FF heft seg við, at miðalprísurin, sum uppisjóvarskipini hava fingið fyri sína veiði fyrstu 9 mánaðirnar av 2010, er munandi hægri enn somu tíð árið fyri.
- Samlaða veiðan og samlaða veiðivirði eru hækkað munandi í ár. Men oljuprísurin er eisini hækkaður í 2010 í mun til 2009. Hetta kann viðvirka til, at úrslitið fyri 2010 verður umleið tað sama sum í 2009, sigur NOTA.
Portalurin fer at venda aftur til aðrar skipabólkar, sum eru við í greiningini hjá grannskoðarafelagnum.