Ferðslupolitiið var á gøtunum í Havn í ein tíma í gjárskvøldið. 30 bilar vóru stegðair, og 18 frágreiðingar vóru skrivaðar.
Av teimum 18 frágreiðingunum, snúðu heili 14 seg um, at trygdarbeltið ikki var spent.
Sølvi Reinert Hansen, sum er stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, heldur ikki, at tað er ein vaksandi trupulleiki, at fólk ikki eru íbundin.
- Vit hava varhugan av, at tað eru fleiri og fleiri sum binda seg av tekniskum ávum, tí flestu bilarnir siga frá, um tú ikki spennir trygdarbeltið. Krøvini í ferðsluni eru munandi herd seinastu árini, og tað hevur als ikki verið gongdin, at fólk ikki sita íbundin, sigur Sølvi Reinert Hansen, og vísir á, at ferðslupolitiið var á gøtunum í Havn.
- Eg skal ikki siga tað við vissu, men kanska fólk halda, at tað er ikki neyðugt at binda seg, tá tú koyrir styttri teinar, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.