Nógv klókari um eina viku

Nú tað resta fýra umfør av kappingini í 1. deild, eru ÍF og FSV04 framvegis í tættari kapping um seinna uppflytingarplássið.

B68 hevði longu undan dagsins umfari tryggjað sær uppflyting. Í dag vunnu toftamenn 3-0 á heimavølli ímóti SÍ. Sigurin ber við sær, at B68 umframt at hava tryggjað sær uppflyting nú eisini hevur tryggjað sær fremsta plássið og harvið gullkrónurnar í 1. deild.

ÍF og FSV04 kappast um seinna uppflytingarplássið. Í dag vunnu bæði liðini fulla úrtøku, og ÍF er framvegis eitt stig frammanfyri FSV04. Harvið er lagt upp til sera spennandi uppgerð, tá ið ÍF um eina viku fer at vitja í Sandavági.

Í botninum broyttist støðan einki. Tey trý, sum eru í vanda fyri at flyta niður, løgdu í dag øll rygg til stórtap. SÍ tapti 3-0 á Toftum, KÍ tapti 6-1 í Leirvík, og B36 tapti 7-0 á Sevmýri.

 

Úrslit í 23. umfari

LÍF-KÍ 6-1 (2-1)

ÍF-NSÍ 5-0 (2-0)

B68-SÍ 3-0 (2-0)

HB-FSV04 0-2 (0-1)

TB-B36 7-0 (6-0)

 

Støðan eftir 23 umfør:

B68 62 stig

ÍF 49 stig

FSV04 48 stig

LÍF 37 stig

TB 37 stig

HB 29 stig

NSÍ 25 stig

SÍ 21 stig

KÍ 17 stig

B36 8 stig

 

24. umfør leygardagin 22. september

TB-SÍ

HB-LÍF

FSV04-ÍF

B36-B68

KÍ-NSÍ