Nógv klók høvd til Danmarkar

Ongantíð áður hava so nógvir útlendingar við góðari útbúgving leitað sær til Danmarkar at arbeiða.

Politiken skrivar í dag, at í árunum frá 2006 til 2010 komu meiri enn 15.200 væl lærdir útlendingar úr londum uttan fyri ES til Danmarkar, og tað er fimm ferðir fleiri enn í árunum frá 1991 til 1995.

Samstundis upplýsir Útlendingastýrið, at gongdin var tann sama í 2011 og í 2012, og at hesi bæði árini fingu meiri enn 8.500 væl lærdir útlendingar uppihaldsloyvi í Danmark.

Ein greining, sum bleiv gjørd í 2011, vísti, at fíggjarliga er tað gott fyri Dannmark, at teir nógvu væl lærdu útlendingarnir koma til landið. Kanningin vísti, at ígjøgnum átta á fær ríkiskassin í meðal 1,9 millión krónur í skatti frá einum væl lærdum útlendingini og familju hansara.