Nógv jarn í Grønlandi

Kanningar í undirgrundini við Isukasia, sum er einar 150 kilometrar norðan fyri Nuuk, hava avdúkað, at har er rættiliga nógv jarn í jørðini. Bretska felagið London Mining, sum hevur staðið fyri kanningunum, sigur, at tað fann 65 prosent meiri jarn, enn tað hevði væntað.

Metingin hjá felagnum er, at 951 milliónir tons av jarni eru í umráðnum við Isukasia.

Gongst sum ætlað, fer bretska felagið undir námsvinnu við Isukasia tíðliga í 2014, og ætlandi fara millum 400 og 500 fólk at arbeiða har. sigur KNR.