Nógv internet-brotsverk

INTERNET. Amerikanska løgreglan hevur staðfest eina tvífaldan av talinum av brotsverkum, sum verða gjørd umvegis internetið

Tíðindastovan Reuters skrivar, at samveldisløgreglan, FBI, í 1999 fór undir at kanna 1154 mál um internet-lógarbrot, og tað er tvífalt so nógv sum árið fyri, tá 547 mál vórðu kannað.

Í síðsta mánaði vóru kendar heimasíður sum tær hjá Yahoo, eBay og Amazon álopnar av teldusníkum, men hetta er bara toppurin av ísfjallinum, sigur Louis Freeh, sum er leiðari av FBI&RSQUO.

Freeh vil hava lógarbroytingar framdar, so tað fer at bera betri til at fylgja teldusníkunum. Ein av trupulleikunum hjá FBI er, at teir skulu hava loyvi frá rættinum í fleiri ymiskum statum, hvørja ferð teir eru í hølunum á einum teldusníki.

Álopini á internetinum verða millum annað framd av misnøgdum starvsfólkum hjá internetfeløgum. Yvirgangsfelagsskapir nýta eisini internetið til at savna pening og at spreiða propaganda.