Vanliga verður hundurin umrøddur sum okkara besti vindur, men hann kann eisini vera okkara versti fíggindi. Tað hava millum annað nógvir sviar fingið at sanna, tí Dagens Nyheter veit at siga, at árini frá 2001 til 2009 vaks talið á hundabitum meiri enn 50 prosent. Í 2001 vórðu 218 fólk hundsbitin, men í 2009 var talið 345. Svensku hundaserfrøðingarnir siga, at vanliga eru tað hundar av blandaðum slagi, og sum eru í skeivum hondum, sum bíta.