Bygdastevna
Síðan fyrst í áttatiárunum hava gøtufólk skipað fyri bygdastevnu, og soleiðis verður eisini ár. Skráin hesaferð, sum fevnir um dagarnar, 19., 20. og 21. juli, er ikki minni áhugaverd enn hini árini ? ja, helst er hon uppaftur meira forvitnislig og umfatandi enn nakrantíð áður.
?Stjørnur? á vøllin
Vit fara at tríva í nøkur av tiltøkunum, sum verða stevnudagarnar.
Størsta tiltakið á skránni fríggjakvøldið, var konsertin, sum byrjaði kl. 19 á
sandinum í Syðrugøtu við fleiri kendum tónleikabólkum.
Í dag, leygardagin kl. 15, verður rættiligt lív í við fótbóltsvøllin; tá fara ?gomlu? liðini hjá B68 og GÍ, sum vóru føroyameistarar ávikavist í 1992 og 1993, at spæla streypadyst, og fyrireikararnir siga, at liðini eru so gott sum fullmannað. Á GÍ-liðnum fara vit eitt nú at síggja ?stjørnur? sum Símun Petur Justinussen og á B68-liðnum, Aksel Højgaard. Nógv onnur kend nøvn verða eisini at síggja á báðum liðunum.
Hjá teimum, sum ikki tíma at hyggja at fótbólti leygardagin, verður høvi at fara í Losjuna kl. 15 at hyggja eftir Angelu og klovnunum.
Kappróður
og kowboy
Eitt av afturvendandi tiltøkunum á stevnunum í Gøtu, er tiltakið í bátahylinum. Her hevur verið skipað fyri ymiskum. Okkurt árið hevur verið glíming, har taparin fór í havið, og okkurt árið hevur verið skipað fyri kapprenning á fiskakassum úti í hylinum. Men hesaferð skipa gøtufólk fyri eini aðrari og ikki minni áhugaverdari kapping, sum verður seinnapartin leygardagin. Her fara 15 fyritøkur úr Eysturoy og Havn at rógva kapp í gummibátum. Hetta verður ein stafett-kapping, ið kann gerast rættiliga áhugaverd at síggja.
Eitt annað áhugavert tiltak á stevnuni, er tað, ið rópt verður ?paint-ball?. Hetta tiltak verður í grótbrotinum í Norðragøtu. Her verða hálvvaksin og vaksin, sum vilja luttaka, býtt í bólkar og fara síðan at skjóta eftir hvørjum øðrum. Tá ið tú verður raktur, kennist tað á kroppinum, og tú verður litaður. Aldursmark er fyri, hvør kann luttaka í hesum kappingum og tey, sum spæla kowboy, verða í serligari ketildrakt, hjálmi og brillum. Sagt verður, at hetta er eitt ógvuliga stuttligt spæl ? eisini fyri vaksin fólk.
Edmund heldur røðu
Leygarkvøldið verður felagssangur á Oyruni við fýrverki, og tá fer løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, at halda røðu.
Seinni verður dansur á Kambsdali, har Frændur fara at spæla.
Í Gøtu fegnast tey um, at útlit eru til gott veður stevnudagarnar, og tey vænta nógv fólk, bæði úr Gøtu, grannabygdunum og aðrastaðni.