Fitt av fólki var í Kalsoynni á páskum, og á Húsum dugdu tey veruliga at hugna sær.
Hóskvøldið var fótbóltsvøllurin fullur av fólki, børnum og vaksnum, sum spældu ymisk spøl.
Seinni um kvøldið, tá ið tað var myrkt fóru tey út at spæla spælið at fóðra. Tað er, at tvey skulu leita og hini krógva seg úti ymsa staðni í myrkrinum.
Páskadag vóru nógv børn og vaksin í bønum og rullaðu egg, og aftaná varð filmur sýndur í bygdarhúsinum, har øll fingu sunkist og poppkorn.
So stór var undirtøkan, at onkur taldi minst 65 pør av skóm í gongini í bygdarhúsinum.
Mynd: Magni Garðalíð