Kanningar hjá kanadiskum granskarum vísa, at í norðara parti av Kanada var meðalhitin fyrra hálvár í ár fýra stig omnan fyri tann vanliga meðalhitan har. Frágreiðingin, the Arctic Report Card, varð almannakunngjørd fyrradagin, og sambært CBC News ber hon týðilig boð um, at tað er vorðið munandi heitari í Arktis, og at tað hevur avleiðingar við sær.
Teir kanadisku granskararnir hava skrivað frágreiðingina saman við meiri enn 60 granskarum úr sjey øðrum londum. Teir skriva eina tílíka frágreiðing um árið, og tað er U.S. National Oceanic and Atmospheric Administration, sum almannakunnger innihaldið.