Nógv heimleys

Nýggj tøl frá amerikonsku myndugleikunum vísa, at 754.000 amerikanarar eru heimleysir. Tølini vísa eisini, at 59 prosent av teimum heimleysu eru úr ymsum etniskum minnilutum, og at 16 prosent eru kvinnur. Harafturat vísa tølini, at 20 prosent av teimum vaksnu, heimleysu monnunum eru fyrrverandi hermenn. Felagsskapurin hjá teimum heimleysu í USA ivast í tølunum og vil vera við, at talið á heimleysum er nógv størri enn 754.000. Felagsskapurin heldur, at tað rætta talið er millum eina og tvær milliónir.