Bogaskjóting: Við luttøku av sjey føroyskum bogaskjúttum í Reykjavik International Games 2012, sum var um vikuskiftið, skutu teir seg til trý gull og tvey silvur. Eggaba Andreasen, Jastrid M. Jensen og Rakul Dam fingu gull, meðan Jógvan Niclasen og Sascha Due Niclasen fingu silvur.
Pætur Albinus
Innleiðandi úrslitini í recurve:
Hjá monnum var Eggaba Andreasen nr. 1 við 548 stigum, nr. 2 var ein íslendingur við 528 stigum og nr. 3 var Tórfinn Hansen við 509 stigum.
Hjá kvinnum var Jastrid M. Jensen nr. 1 við 500 stigum.
1/4-finalurnar: Eggaba vann sín dyst 109-68 og Tórfinn tapti 90-100.
1/2-finalurnar: Eggaba vann sín dyst 102-91.
Gullfinalan: Eggaba vann í einum spennandi dysti 108-106
Jastrid M. Jensen vannn sína gullfinalu við 100-64.
Innleiðandi úrslit í compound:
Hjá monnum var Jógvan Niclasen nr. 2 við 566 stigum, meðan Jim S. Guttesen nr. 5 við 549 stigum.
Hjá kvinnum var Rakul Dam nr. 1 við 540 stigum og Sascha Due Niclasen nr. 2 við 513 stigum.
1/4-finalurnar: Jim S. Guttesen tapti sín dyst í spennandi skjóting 105-106. Jógvan Niclasen vann sín dyst 115-101.
1/2-finalurnar: Jógvan vann sín dyst 112-110.
Gullfinalan: Jógvan tapti enn eina spennandi finalu 111-112.
Rakul vann sína gullfinalu móti Saschu í einum sera spennandi dysti, sum endaði 109-108.
albinus@sosialurin.fo