Sum liður í hátíðarhaldinum fyri 100 ára føðingardagin hjá Sámal Joensen-Mikines, hevur Listasavn Føroya seinastu tveir mánaðirnar havt stóra framsýning við verkum eftir kenda listamanninum.
Í tíðindaskrivi sigur leiðarin fyri Listasavnið, at talið av vitjandi til framsýningina nú hevur sett met. Eini 5.000 fólk hava higartil vitjað framsýningina, og grundað á stóra áhugan er gjørt av, at framsýningin er longd við trimum vikum. Soleiðis fáa áhugað fram til 2. apríl høvi at síggja áhugaverdu framsýningina.










