Nógv harðskapsmál í nátt

Av løgreglustøðini verður sagt, at tey hava havt nógv at gera í nátt.

 

- Vit hava havt fleiri harðskapsmál og tað er synd at siga, at fólk hava verið serliga góð við hvønn annan í nátt, sigur vakthavandi.

 

In.fo skrivaði fyrr í morgun um eina harðskapsmálið, har ein maður gekk ørur og sló um seg í Steinatúni.

 

Løgreglan hevur eisini fingið fleiri fráboðanir um harðskap inni á skeinkistøðum. Fleiri máttu ein túr á skaðastovuna at lappast saman, og løgreglan hevur nógv nøvn á listanum, sum teir skulu tosa við komandi dagarnar um hendingarnar í nátt.

- Vit hava nøvnini á bæði órættaðu og gerningsmonnum, og hava í flestu førum tosa leyst við tey. Fleiri avhoyr vera gjørd komandi dagarnar, sigur vakthavandi.