Hóast fleiri og fleiri matstovur og annað líknandi opna í teimum størru plássunum í Føroyum, eru tað ikki øll, ið halda, at møguleikarnir eru nóg góðir at halda eitt serligt vikuskifti her á landi. Hetta hevur føroyska flogfelagið Atlantsflog merkt nógv til í seinastuni.
Atlantsflog hevur nú eitt tíðarskeið boðið fólki vikuskiftisferðir til Keypmannahavnar fyri rímuligar prísir, og nógv eru tey, ið hava verið vikuskiftistúr í Keypmannahavn við Atlantsflogi.
Av skrivstovuni hjá Atlantsflogi verður sagt, at vikuskiftisferðirnar eru væl umtóktar, og leggja tey afturat, at serliga væl umtóktar eru tær ferðirnar, ið skipaðar verða fyri í sambandi við stór tiløk í Keypmannahavn. Tey siga, at eini 50 - 60 fólk nýttu høvið at flúgva til Keypmannahavnar við Altlantsflogi, tá Billy Joel og Elton John høvdu konsert í ítróttarparkini í fjør.
Atlantsflog upplýsir, at tey í framtíðina ætla at liggja framvið og keypa atgongumerki, tá stór tiltøk eru í Keypmannahavn. Hesi atgongumerki verða síðani seld saman við flogferð og uppihaldi fyri ein rímuligan prís.
Hotellini, ið Atlantsflog samstarvar við í Keypmannahavn eru góð hotel, ið liggja mitt í býnum, verður sagt av skrivstovuni hjá Atlantlantsflogi. Millum annað kann gistast á Copenhagen Star Hotel, Hotel Hebron, Triton o.ø.










