Seinnapartin í gjár ruddi rættiliga nógv grót oman á vegin ímillum Syðradal á Streymoynni, og Velbastað.
Tá ið løgreglan fekk boð um hendingina varð sagt, at talan var um einar 50-60 steinar, sum vóru ruddir oman á vegin og nógvir av teimum vóru so stórir, at teir vóru ikki mannabarir.
Tíbetur var eingin fyri, men tað tarnaði ferðsluni. Landsverk fekk boð um málið og einar tveir tímar seinni komu boð frá Landsverki aftur um, at vegurin var ruddaður og at tað var koyrandi aftur.