Trine Bryld, sum fyri skjótt 10 árum síðani skrivaði eina bók um tey 22 grønlendsku børnini, sum blivu tvingsilsflutt til Danmarkar í 1951, er farin undir eina kanning, sum væntandi fer at vísa, at meiri enn 100 grønlendsk børn blivu ættleidd til Danmarkar í 1960-árunum.
Hon sigur við KNR, at hon veit um fleiri børn, sum endaðu á barnaheimi í Grønlandi, tí foreldrini høvdu sosialar trupulleikar. Men orsakað av plásstroti á barnaheimunum blivu børnini seinni ættleidd til Danmarkar, tá tey vóru millum fýra og átta ára gomul.
Trine Byld sóknast nú eftir upplýsingum um tey ættleiddu børnini.